Funnu spreingievni heima hjá handtiknum manni

Funnu spreingievni heima hjá handtiknum manni
Løgreglan í París hevur handtikið ein mann, sum verður hildin at vera ein av høvuðsmonnunum í at leggja til rættis eitt yvirgangsálop í Fraklandi
Vápnaðir hermenn á varðhaldi uttanfyri løgmálaráðið í París mikudagin. Løgreglan í franska høvuðsstaðnum handtók í síðstu viku ein mann, ið ákæruvaldið heldur hjálpti til at leggja eitt av yvirgangsálopunum til rættis
Mynd: AP  
 
31.03.2016 - 11:32

Franski ríkisborgarin, Reda Kriket, varð handtikin í síðstu viku í heimi sínum. Har fann løgreglan riflur og heimagjørt spreingievni.

Maðurin er nú skuldsettur fyri at vera partur av einum yvirgangsbólki. Sambært blaðnum, Le Figaro, varð 34 ára gamli fraklendingurin handtikin fríggjamorgunin í síðstu viku.

Hann varð handtikin í Boulonje-bijankor, sum er forstaður til Paris. Sambært AFP-tíðindastovuni, er hann fyrr funnin sekur í at verða limur í einum netverki, sum hevði ætlanir um at fara til Sýria.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109