ST-aðalskrivarin: Vísið flóttafólkunum samhuga

ST-aðalskrivarin: Vísið flóttafólkunum samhuga
Øll lond eiga at vísa sýrisku flóttafólkunum samhuga og viðurkenna, at nærum ein hálv millión fólk hava tørv á at verða hýst fyri 2018
Øll lond eiga at vísa sýrisku flóttafólkunum samhuga. Tað segði ST-aðalskrivarin, Ban Ki-moon, tá hann setti altjóða flóttafólkaráðstevnuna í Geneve um sýrisk flóttafólk
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
30.03.2016 - 17:48

Tað segði ST-aðalskrivarin, Ban Ki-moon, tá hann setti altjóða flóttafólkaráðstevnuna í Geneve um sýrisk flóttafólk.

Hann vísti á, at ST roynir at enda borgarakríggið í Sýria, sum hevur vart í fimm ár, og sum hevur kravt 250.000 mannlív. Nærum fimm milliónir fólk eru flýdd av landinum.

Eftirlýsa størri samhuga

- Stríðið er linkað seinasta mánaðin, men partarnir noyðast at gera eina vápnahvíld og í síðsta enda finna eina politiska loysn, sigur Ban Ki-moon.

Eisini ST-flóttafólkahákommisserurin, Filippo Grandi, heitir á altjóða samfelagið um at sýna størri samhuga:

- Kreppan eigur at verða handfarin á ein meiri humanan og rættvísari hátt, sigur flóttafólkahákommisserurin hjá ST.

SÍ EISINI Bíða við at senda flóttafólk aftur til Turkalands

Flóttafólkastovnurin hjá ST, UNHCR, er vertur fyri ráðstevnuni í Geneve, har serliga verður varpað ljós á støðuna í Sýria.

Í februar var ein gevararáðstevnuna í London. Tá samdust heimsins leiðarar um at lata 11 milliardir dollarar, ella 70 milliónir krónur í okkara peningi, í hjálp til Sýria.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109