Nú gevst hon í politikki

Nú gevst hon í politikki
Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt, gevst nú í politikki. Hon hevur seinasta arbeiðsdag á Christiansborg í dag
Helle Thorning-Schmidt, fyrverandi forsætisráðharri, gevst nú í politikki. Hon tekur við leiðandi starvi í London
 
29.03.2016 - 10:04

Helle Thorning-Schmidt verður nú leiðari á høvuðsskrivstovuni hjá felagsskapinum "Barnabata" í London. Helle Thorning-Schmidt varð fyrstu ferð vald í Fólkatingið í februar í 2005.

Bara tveir mánaðir seinni varð hon vald til forkvinnu í sosialdemokratiska flokkinum, og í 2011 gjørdist hon fyrsti kvinnuligi forsætisráðharri í Danmark.

Sorgblítt at gevast

Longu í 2014 gingu tíðindi um, at Thorning fór at taka við einum týdningarmiklum starvi uttanlands. Financial Times og BBC søgdu, at hon var eitt gott boð upp á at gerast forkvinna í ES-nevndini, ES-forseti ella uttanríkisleiðari í ES.

Í fjør heyst, tá Thorning hevði mist stjórnarvaldið eftir fólkatingsvalið 18. juni, var hon almenna danska valevni til starvið sum flóttafólkahákommisserur. Tað endaði kortini við, at italski ST-diplomaturin, Filippo Grandi, fekk starvið.

- Tað er sorgblítt at gevast í politikki, segði Helle Thorning-Schmidt, ið hevur sín seinasta arbeiðsdag á Christiansborg í dag, við TV2 í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109