Heimsins íbúgvar eldast metskjótt

Heimsins íbúgvar eldast metskjótt
Í 2050 verða tvífalt so nógv gomul fólk í heiminum sum í dag. Parturin av fólki, sum vera eldri enn 80 ár, verður tá trífaldaður
Íbúgvarnir í heiminum eldast metskjótt, vísa framrokningar, amerikanski manntalsstovnurin hevur gjørt
 
29.03.2016 - 18:31

Ì løtuni eru umleið 8,5 prosent av heimsins íbúgvum eldri enn 65 ár, men um eini 35 ár verða tað 17 prosent. Tað vísir ein framrokning hjá amerikanska manntalsstovninum, US Census Bureau.

Tað merkir, at umleið 1,6 milliardir fólk verða eldri enn 65 ár í 2050. Í dag eru tað 600 milliónir. Ein nýføðingur í 2050 kann vænta at gerast eldri enn 76 ár, nærum átta ár eldri enn ein, sum varð føddur í fjør.

Í dag eru umleið 126 milliónir fólk í heiminum eldri enn 80 ár. Í 2050 verða væntandi 446 milliónir eldri enn 80 ár, sambært tíðindastovuni hjá Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946