Lars gevur Tróndi møguleikan

Lars gevur Tróndi møguleikan
Tróndur Jensen úr HB byrjar inni á miðvøllinum, tá Føroyar spæla móti Liktinstein í kvøld
 
28.03.2016 - 14:33

- Nú fær Tróndur møguleikan at vísa mær og Jóanes Jacobsen (hjálparvenjara, red.), at vit eiga at satsa upp á hann. Tað sigur Lars Olsen, venjari á føroyska fótboltslandsliðnum, við Kringvarpið.

Hetta er fyrstu ferð, at Tróndur Jensen er við í landsliðshópinum. Nú, Fróði Benjaminsen ikki er tøkur longur á landsliðnum, leitar Lars Olsen eftir einum nýggjum spælara at spæla á miðvøllinum saman við Halli Hansen.

Venjingardysturin móti Liktinstein, sum verður spældur í Marbella í Spania, kemur tí væl við hjá venjaranum.

- Vit spæla ikki um týdningarmikil stig. Tað, sum hevur týdning í einum venjingardysti, er, at vit hava møguleikin at royna nakað nýtt, sigur Lars Olsen.

Føroyska liðið, sum skal spæla móti Liktinstein í kvøld klokkan 18, er:

Gunnar Nielsen, Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Gilli Sørensen, Hallur Hansson, Tróndur Jensen, Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, Kaj Leo í Bartalsstovu og Jóan Símun Edmundsson.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981