Latið ikki ótta og svartskygni sigra

Latið ikki ótta og svartskygni sigra
Í páskaboðskapi pávans var ein áheitan um at hjálpa flóttafólki.
Mynd: Savnsmynd  
 
27.03.2016 - 10:55


Frans pávi fanst í páskaboðskapi sínum at teimum, ið ikki vilja hjálpa flóttafólki.

Frans pávi segði í boðskapi sínum til mannfjøldina á Pæturstorginum í Rom í dag, at flóttafólk verða víst burtur, ið áttu at verið boðin vælkomin og fingið hjálp.

- Páskaboðskapurin um upprisna Kristus minnir okkum á hvørki at gloyma tey, ið leita eftir eini betri framtíð, ella tey, ið flýggja undan kríggi, hungri, fátækdømi og órætti, segði Frans pávi.

Nógv hava avlýst ferðina til Rom á páskum

Í páskaprædiku síni í gjárkvøldið hevði pávin yvirgangin í Evropa í huga og heitti á tey kristnu um ikki at lata seg binda niður av ótta og svartskygni.

Fríggjadagin fordømdi pávin yvirgangsatsóknirnar í Brússel.

Nógvir útlendskir katolikkar hava avlýst ferðina til Rom á páskum eftir yvirgangsatsóknirnar í Brússel, men Pæturskirkjan var tó stúgvandi full, tá pávin helt messu í gjárkvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109