- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hundrað ár síðani páskauppreisturin í Írlandi
Stórar mannamúgvur hava verið á gøtunum í Dublin í dag til minningarhald, nú hundrað ár eru liðin síðani páskauppreisturin í Írlandi.
Minningarhaldið var framman fyri høvuðsposthúsið í Belfast, ið fyri hundrað árum síðani var høvuðsstøð hjá írska uppreistrarliðnum.
Har var hernaðarskrúðgonga, ein heryvirmaður las yvirlýsingina um loysing frá Bretlandi soleiðis, sum hon varð orðað í 1916, írski forsetin Michael D. Higgins legði ein krans framman fyri posthúsið, og tøgn var í ein minutt at minnast tey, sum lótu lív.
Í minsta lagi 450 fólk doyðu, og 2.500 fingu skaða teir seks dagarnar uppreisturin vardi.
Bretar bardu uppreisturin niður við harðari hond, sekstan uppreistrarleiðarar vóru avrættaðir, men tað sum hendi á páskum í 1916 var byrjanin til endan á bretskum valdi í Írlandi, tí írar hildu fram við frælsis-stríðnum.
Í 1922 fekk Írland støðu sum bretskt krúnland og full loysing varð tikin í 1937, tá lýðveldið Írland varð sett á stovn. Alt Írland loysti tó ikki frá Bretlandi, tí eftir í bretska kongsríkinum vóru seks fylki, ið saman nevnast Norðurírland.