Tað tekur drúgva tíð at eyðmerkja tey deyðu

Tað tekur drúgva tíð at eyðmerkja tey deyðu
Tað fer helst at taka fleiri vikur til tey avvaraðandi fáa at vita við vissu, um teirra kæru er millum tey doyðu í atsóknini í Brússel týsdagin
 
25.03.2016 - 11:57

Tað sigur Ine Van Wy-mersch, sum stendur á odda fyri stovnin, sum arbeiðir við at finna fram til, hvørji tey deyðu eru. 

Læknar, politistar, sálarfrøðingar og starvsfólk hjá Reyðakrossi arbeiða støðugt at hjálpa fólki, sum leita eftir familju ella vinum. Í gjár vóru umleið 30 fólk framvið hjá okkum at leita eftir familju, sigur Ine Van Wymersgh.

Drúgt arbeiði

Arbeiðið er trupult, tí kanningarfólkini hava ongar ferðafólkalistar at ganga eftir, sammett við tá flogvanlukkur henda. Ongin veit við vissu, hvør var í fráfaringarhøllini á flogvøllinum og í metroini, tá bumburnar brustu. Og hartil kemur, at bumburnar vóru sera sterkar. Tí er talið á fólkum, sum ikki eru eyðmerkt, óvanliga høgt.

Kanningarfólkini royna tí at brúka persónligar lutir, so sum pungar og smúkkur at finna fram til tey deyðu. Og tey avvarðandi verða spurd um hædd, vekt og hárlit á teimum saknaðu.

Tað var fyrrapartin týsdagin, at Belgiski høvuðsstaðurin varð raktur av yvirgangi. Fyrst á flogvøllinum Zaventem og so í einum metrotoki á støðini Maelbeek miðskeiðis í Brússel.

Yvir 30 fólk eru deyð í álopinum og útvið 300 særd. Islamskur Statur hevur átikið sær ábyrgdina av álopunum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109