- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seks fólk eru handtikin í Brússel
Í gjárkvøldið vórðu seks fólk handtikin í einum stórum løgregluátaki, skrivar tíðindastovan Belga sambært Reuters. Og í morgun varð eitt fólk handtikið í býarpartinum, Forest.
Trý av teimum handtiknu vórðu tikin nærhendis týdningarmesta rættarbygningin í Belgia, sum myndugleikarnir eru sera eymir um. Bygningurin hýsir dómstólunum í Brússel.
Hava fyribygt yvirgangi
Fyri einum ári síðan avdúkaði politiið yvirgangaætlanir, sum júst vóru vendar móti rættarmygninginum.
Enn er ógreitt, hvørji tey handtiknu eru. Millum annað er ógreitt, um teir eftirlýstu persónarnir eftir yvirgangsatsóknina, eru millum tey handtiknu.
Belgiska stjórnin hittist í dag á fundi at umrøða, hvussu lógin at basa yvirgangi skal herðast. Fregnartænastan í Belgia hevur verið fyri hørðum atfinningum eftir at tað er komið fram, at Belgia og Holland høvdu fingið ávaringar um ein av gerningsmonnunum í álopinum í Brússel. hetta er ein ávaring sum kom úr Turkalandi í juni í fjør.
Løgmálaráðharrin og innanríkisráðharrin hava bjóðað sær til at taka avleiðingarnar og fara úr embætinum, men forsætisráðharrin vil ikki lata teir fara frá. Belgia hevur ikki brúk fyri eini stjórnarkreppu nú, er grundgevingin.