- Tíðindi, mentan og ítróttur
Íslendski forsætisráðharrin er undir stórum trýsti
Í Íslandi er forsætisráðharrin, Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, komin í eitt politiskt ódnarveður, nú tað er komið fram, at fyritøkan, sum kona hansara eigur og rekur, hevur útivið 63 milliónir krónur í varðveitslu á bretsku Jomfrúoyggjunum. Oyggjarnar eru tiltiknar sum skattaskjól.
Sama fyritøkan krevur pengar úr trotabúnum eftir fíggingarstovnarnar Glitnir, Kaupthing og íslendska Landsbankanum, sum fóru á húsagang undir íslendsku fíggjarkreppuni. Kravið hjá fyritøkuni er 26,5 milliónir krónur.
Vil styrkja krónuna
Íslendski forsætisráðharrin er nú fyri hørðum atfinningum, tí hann hevur sjálvur verið ein av fortalarunum fyri at styrkja íslendsku krónuna. Ein av fortreytunum er, at íslendsku pengarnir verða varðveittir innan fyri íslendsku landamørkini. Hann hevur eisini sagt, at tey, sum krevja pengar úr trotabúnum eftir kollsigldu bankarnar, eru sjálvsøkin og hótta íslendska búskapin.
Íslendski fíggjarmálaráðharrin, Bjarni Bænadiktsson, sigur seg einki vita um nakað skattaskjól, men andstøðan hóttir nú við misáliti.
Vardi seg í fjølmiðlunum
Í drúgvari viðtalu við íslendska Fréttablaðið í gjárkvøldið, segði íslendski forsætisráðharrin, at øll fíggjarviðurskifti hjá fyritøkuni eru lóglig og at íslendska skattaskipanin hevur vitað um pengarnar. Forsætisráðharrin skoytti uppí, at hann var annars ikki sinnaður at tosa við fjølmiðlarnar um fíggjarviðurskiftini hjá konuni.
Viðtalan hevur eftir øllum at døma ikki sissa politisku mótstøðufólkini. Tey siga í íslendskum fjølmiðlum í dag, at forsætisráðharrin hevur einki trúvirði, og tey heita á hann um at skriva út nýval.