- Tíðindi, mentan og ítróttur
Belgiskt blað tekur søgu um handtøku aftur
Belgiskt blað tekur søgu um handtøku aftur
Søgan um, at maðurin, sum er undir illgruna fyri at hava verið við í yvirgangsatsóknini í Brússel í gjár, var handtikin, var skeiv.
23.03.2016 - 10:05
Najim Laachraoui gongur framvegis leysur.
Belgiska blaðið Le Dernier Heure vildi annars verið við fyrrapartin, at maðurin, sum er undir illgruna fyri at hava verið við í yvirgangsatsóknini í floghavnini í Brússel í gjár, varð handtikin.
Tíðindini um handtøkuna vóru ongantíð alment váttað, og nú tekur blaðið søguna aftur.
Tíðindini komu, eftir at belgiska løgreglan hevði handtikið ein mann í Anderlecht. Men talan var um ein annan, sum er undir illgruna, skrivar Reuters.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV