Talið á deyðum veksur eftir yvirgangsatsókn

Talið á deyðum veksur eftir yvirgangsatsókn
Í minsta lagi 34 fólk eru deyð eftir eina røð av spreingingum í Brússel í morgun. Talið á deyðum kann tó vera uppaftur størri
Talið á deyðum eftir yvirgangsatsóknirnar í Brússel í morgun er nú komið upp á 34 fólk. Á myndini fólk uttanfyri undirgrundarjarnbreytastøðina í Maalbeek, har ein spreinging var
Mynd: AP  
 
22.03.2016 - 13:57

Talið á deyðum eftir yvirgangsatsóknirnar í Brússel í morgun er nú komið upp á 34, sambært belgisku tíðindastovuni, VRT, skrivar norska kringvarpið, NRK.

Tað er ikki óhugsandi, at talið á deyðum eftir tær tríggjar spreingingarnar í morgun kann vera uppaftur størri, sambært myndugleikunum í Belgia.

- Kanningararbeiðið er í gongd, tí vit óttast, at yvirgangsfólk framvegis ganga leys, sigur uttanríkisráðharrin, Didier Reynders, við tíðindastovuna RTBF.

Talan var um sjálvmorðsatsóknir

Belgisku myndugleikarnir váttaðu á middegi, at tað vóru sjálvmorðsbumbumenn, ið framdu yvirgangsatsóknirnar í belgiska høvuðsstaðnum í morgun.

Øll almenn ferðsla í Brússel er steðgað. Myndugleikarnir mæla eisini fólki frá at vera í býnum í kjalarvørrinum á atsóknunum í Brússel fyrrapartin.

Tvær spreingingar vóru í Zaventem-floghavnini umleið klokkan átta í morgun. Umleið ein tíma seinni var eisini ein spreinging í undirgrundarjarnbreytini í Maalbeek.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109