Føroyingur millum tey særdu í Brússel

Føroyingur millum tey særdu í Brússel
Sólfinn Hansen er millum tey særdu eftir yvirgangsálopini í Brússel í morgun. Hann var staddur á undirgrundarjarnbreytini á Maelbeek
Sólfinn Hansen (myndin) er millum fólkini, sum vórðu særd í yvirgangsatsóknini í Brússel í morgun
Mynd: Privatmynd  
 
22.03.2016 - 14:54

Ein føroyingur er millum tey særdu í Brússel. Talan er um 38 ára gamla Sólfinn Hansen, ið starvast sum lærari á Miðnámsskúlanum á Kambsdali.

Føroyski Sólfinn Hansen var staddur á Maelbeek, tokstøðini miðskeiðis í býnum í morgun, tá ein bumba brast í belgiska høvuðsstaðnum.

Hann er innlagdur á sjúkrahús í Brússel, men er sum skilst ikki í livsvanda. Tey nærmastu hava fingið boðini og hava verið í sambandi við Sólfinn Hansen. 

Sendikvinnan, Kate Sanderson, hevur verið í sambandi við Sólfinn Hansen, sum hevur fingið skaða í høvdið, tó ikki álvarsligt. Hon var á veg inn á sjúkrahúsið at vitja hann, tá útvarpið tosaði við hana.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109