Belgiskir fjølmiðlar vísa myndir av samsekum

Belgiskir fjølmiðlar vísa myndir av samsekum
AFP hevur almannakunngjørt myndir av trimum monnum, sum eru undir illgruna í sambandi við sjálvmorðsbumbuatsóknirnar í Zaventem-flogvøllinum
Reyði ringurin vísur, sambært belgiskum fjølmiðlum, handskarnar við bumbum í
Mynd: Skíggjamynd frá vakmyndatóli  
 
22.03.2016 - 16:48

Islamsku statur boðar nú frá, at felagsskapurin atekur sar ábyrgdina av yvirgangsatsóknunum. Tað sigur enskttalandi útgávan av tíðindastovuni hjá IS, Amaq, í einum boðum.

Belgiskir myndugleikar hava ikki váttað, at samband er millum álopini og at Salam Abdeslam varð handtikin.

SÍ EISINI Føroyingur millum tey særdu í Brússel

Men Abdeslam segði, tá hann varð handtikin fríggjadagin, at hann hevði eitt netverk, sum hevði lagt ætlanir fyri fleiri nýggj álop.

Landasorg er lýst av verða í Belgia í tríggjar dagar.  Teir 28 ríkisleiðararnir í ES  siga í felags fráboðan, at álopini í Brússel styrkja teirra vilja um at verja evropisk virði.

- Vit vilja standa saman og sterk í stríðnum mót hatri, harðskapi, ekstremeismu og yvirgangi, stóð í felags fráboðanini hjá ES.

Fleiri politiatsóknir hava verið

Belgiskir fjølmiðlar skriva nú, at fleiri politiatsóknir hava verið í tveimum býarpørtum.

Atsóknirnar verða settar í samband við yvirgangsálopini og møguliga leitanina eftir ávísum persónum, sum eru sæddir í upptøkum frá vakmyndatólum á flogvøllinum í Brussel.

Belgiskir mydugleikar hava heitt á fjølmiðlar um ikki at almannakunngerða upplýsingar um politiatsóknirnar og hvar tær eru, og tí er lítið at frætta um, hvat hendir í leitanini eftir teimum samseku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109