Løgreglan kannar álop á svenskar heimasíður

Løgreglan kannar álop á svenskar heimasíður
Teldusníkar lupu á heimasíður hjá størstu dagbløðunum í Svøríki, Expressen, Dagens Nyteheter og Aftonbladet leygarkvøldið
Teldusníkar gjørdu seg inn á fleiri svenskar heimasíður leygarkvøldið. Ein av síðunum, sum varð álopin, var heimasíðan hjá Expressen
Mynd: Skíggjamynd/expressen.se  
 
21.03.2016 - 09:33

Talan er helst um samskipað álop. Leiðandi redaktørurin á Expressen, Thomas Mattsson, skrivar á Twitter, at talan er um álop frá teldusníkum.

Greinin heldur fram niðanfyri

- Tað er sjálvandi álvarsligt, at svenskar tíðindasíður verða álopnar. Men at nakar roynir at steðga tíðindaflutninginum prógvar, hvussu umráðandi hann er, skrivar hann.

Svenska stjórnin verður kunnað um støðuna so hvørt. Kanningar eru settar í verk, og tær hava higartil víst, at álopið er skipað umvegis Russland.

Beint áðrenn heimasíðurnar doyðu, varð ein hóttan løgd út á eina anonyma Twitter-kontu um, at fleiri álop fóru at koma.

Greinin heldur fram niðanfyri

- Næstu dagarnar standa svensku myndugleikarnir og fjølmiðlar, sum breiða út falska propaganda, fyri skotum, stóð í hóttanini. Løgreglan kannar eisini hesa slóðina, skrivar Aftonbladet.

Svenski innanríkisráðharrin, Anders Ygeman, tekur hendingina í størsta álvara. Tað er ræðandi, at tað finnast kreftir, sum vilja kvæla fría orðið, sigur hann.

Ov tíðliga at koma við niðurstøðu

- Tað er ov tíðliga at koma við niðurstøðu um, hvat er hent, men hatta vísír, hvussu neyðugt tað er at menna svensku KT-trygdina. Løgreglan kannar málið, og vit fylgja neyvt við gongdini, sigur Anders Ygeman.

Svenska trygdarløgreglan, Säpo, er við í kanninginum av álopinum hjá teldusníkum og fer at hjálpa løgegluni, skrivar Svenska Dagbladet.

Leygarkvøldið skrásetti svenska greiningarfyritøkan, NetNod, stóran vøkstur í ferðsluni á netinum til Svøríki úr Russlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109