- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dýrt hjá Bretlandi at fara úr ES
950.000 færri arbeiðspláss verða hetta til 2020, vísir ein frágreiðing, sum bretska ídnaðarfelagið, CBI, hevur gjørt.
CBI sigur í niðurstøðuni í kanningini, at tekur Bretland seg burtur úr evropeiska samstarvinum, fer álvarsamar avleiðingar fyri búskapin.
- Greiningin vísir, at livifóturin verður meint raktur, sigur stjórin í bretska ídnaðarfelagnum, Carolyn Fairbairn.
SÍ EISINI Annarhvør breti vil sleppa úr Evropasamveldinum
Neiligu avleiðingarnar fyri handilsviðurskiftini og íløgur fara at viga upp ímóti tí, sum Bretland sparir í limagjaldi til ES, sigur hon.
CBI, sum í høvuðsheitum umboðar stórar bretskar fyritøkur, hevur áður gjørt greitt, at felagsskapurin fer at stríðast fyri, at Bretland verður verandi í ES.
Sjálvt um tað eydnast Bretlandi at samráða seg til eina fríhandilsavtalu við ES, eftir at landið er farið burturúr, minkar vøksturin hetta til 2020 við trimum prosent, stendur í frágreiðingini.