Ísland: Dómur í størsta rúsevnismáli í søguni

Ísland: Dómur í størsta rúsevnismáli í søguni
Rætturin í Íslandi hevur dømt ein 46 ára gamlan hollending átta og eitt hálvt árs fongsulsrevsing fyri at smugla rúsevni til Íslands
 
19.03.2016 - 15:40

Maðurin varð handtikin í september í fjør. Hann játtaði at hava fjalt rúsevni í einum leigaðum húsvogni. Hann kom til Íslands við Norrönu. 

Kona hansara, sum var við á ferðini, noktaði seg seka, og varð leyslatin.

Stórar nøgdir

Parið kom til Íslands í september. Løgreglan fann stórar nøgdir av rúsevnum í matvørudósum, gasstangum og í eykahjólinum til húsvognin.

Millum annað vórðu funnar 209.000 MDMA-tablettir og 10 kilo av MDMA-pulvuri.

Vildi hjálpa dóttrini

Maðurin segði í vitnisfrágreiðingini, at hann var farin hesa longu ferð, tí at dóttir hansarar var vorðin hótt.

Orsøkin til, at hann flutti rúsevnini til Íslands var sostatt ikki, tí hann vildi hava peningaligan vinning, men fyri at verja lív og heilsu hjá dóttrini. 

Konan greiddi í rættinum frá, at hon visti einki um rúsevnini.

Hetta er størsta nøgd av rúsevnin, sum íslendska tollvaldið higartil hevur lagt hald á, skrivar RUV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109