AirDuai-flogfar við 62 fólkum umborð dottið niður

AirDuai-flogfar við 62 fólkum umborð dottið niður
Flogvanlukka var nærindis russiska býnum Rostovondon í morgun. Sambært BBC lótu øll ferðafólkini lív í vanlukkuni
Mynd: APTN  
 
19.03.2016 - 15:02

Boeing 737-flogfarið hjá flogfelagnum FlyDubai, uppgav upprunaliga at lenda í býnum nærhendis Svartahavinum, og fleyg ístaðin yvir flogvøllinum í tveir tímar, áðrenn roynt var at neyðlenda á flogvøllinum.

Neyðlendingin miseydnaðist, flogfarið rakti ikki lendibreytina og fór í spønir, sambært sjónarváttum. 

Tað var ringt veður, og hóast eingin almenn fráboðan enn er komin frá myndugleikunum um orsøkina til vanlukkuna, so verður hildið, at ringt veður er orsøkin. 

(greinin heldur fram niðanfyri myndina)

Flogfarið datt niður 950 km. sunnanfyri Moskva (mynd: AP)

Sambært russiskum miðlum vóru flestu ferðafólkini russisk. Trý ferðafólk og seks av manningin var aðrastaðni frá. Tað er tó enn ikki greitt, hvaðani tey vóru frá. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109