Grindalógin aftur fyri Løgtingið

Grindalógin aftur fyri Løgtingið
Løgtingið fer í dag at viðgera grindalógina. Ætlanin er at broyta revsiásetingarnar fyri fráboðan, men aðrar tillagingar verða gjørdar samstundis
 
16.03.2016 - 08:10

Uppskot um at broyta grindalógina kemur fyri Løgtingið í dag, tá 1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grind og annan smáhval verður.

Í viðmerkingunum til lóginina stendur, at eftir at lógin hevur virkað eina tíð, er greitt, at tørvur er á ávísum dagføringum.

Eitt nú skal lógin ikki vera galdandi fyri døgling, tí døglingur er friðaður, men eigur at verða avlívaður, um hann ger landgongd.

SÍ EISINI Grindalógin enn einaferð broytast

Nísa kann skjótast og Grindalógin skal tískil ikki vera galdandi fyri døgling og nísu, men skal áseta greitt, hvussu nísa verður veidd.

Revsingin fyri brot á fráboðanarskylduna hevur elvt til nógv kjak og fleiri atfinningar, serliga frá ferðavinnuni, sum hevur víst á, at fráboðanarskyldan kann styggja ferðafólk burtur.

Harumframt skal broytingaruppskotið geva sýslumanninum heimild at lýsa øki á landi ella í loftrúminum sum grindaøki at forða fyri, at skipanir, ið órógva grindadrápið, koma í gildi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371