- Tíðindi, mentan og ítróttur
Her fer arbeiðsloysið í Noregi at raka meint
Sambært NAV, arbeiðsloysisskipanini í Noregi, fer arbeiðsloysið at vaksa næstu mánaðirnar og móti ársenda í ár. skrivar heimasíðan petro.no
Næsta ár minkar arbeiðsloysið aftur, vísir framrokningin, men ikki meira enn, at miðalarbeiðsloysið í 2017 kortini verður sindur størri enn miðal í ár.
Í fjør vóru í miðal 80.600 arbeiðsleysir norðmenn. Í ár metir NAV, at talið á arbeiðsleysum í Noregi kemur upp í 91.000 og næsta ár 92.000.
Vænta gongdin broytist í 2017
- Vit rokna við, at tað fer venda í 2017 í flestu pørtum av landinum, men tað kann taka longri tíð, sigur Sigrun Vågeng, arbeiðs- og vælferðarstjóri.
Sambært seniorráðgevanum hjá NAV, Johannes Sørbø, sum er ein teirra, ið hevur gjørt framrokningarnar, eru metingarnar sindur hægri enn tær vóru í fjør heyst.
Orsøkin til størru tølini er lági oljuprísurin, og at útlit eru fyri færri íløgum í oljuvinnuna, skrivar tíðindastovan NTB.