- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tey bæði fara helst at stríðast um forsetastólin
Enn er ikki endaliga greitt, hvørji valevnini hjá flokkunum vera, men eftir at undanval var í 11 statum í gjár, er skriftin á vegginum greið.
Serliga hjá Demokratunum, har Hillary Clinton nú hevur vunnið sær 1001 av umleið 2300 valmonnunum, ið krevjast fyri at gerast valevni floksins.
Henni á baki kemur Bernie Sanders, sum hevur vunnið sær 371 valmenn. Sanders vantar sostatt 2000 valmenn fyri at gerast valevni, men Clinton vantar góðar 1300.
Trump nú greitt á odda
Eftir undanvalini hjá Republikanska flokkinum í gjár er ríkmaðurin Donald Trump greitt á odda. 285 av 1200 valmonnum stuðla honum at gerast valevni.
Hóast talið er nógv minni enn hjá oddakvinnuni í Demokratiska flokkinum, skal havast í huga, at hjá republikanarunum kappast fimm um teir mongu valmenninar, meðan hjá demokratunum eru tey bert tvey eftir.
Næstur á listanum hjá republikanarunum er Ted Cruz. Sum neyðarróp eftir úrslitið í gjár, heitti Cruz á hini valevnini hjá flokkinum at leggja kongin og heldur stuðla sær til tess at forða Donald Trump at gerast valevnið hjá Republikanska flokkinum.
Torførur dystur hjá Trump
Higartil hevur tó eingin gjørt eftir ynskinum hjá Cruz. Og hóast Bernie Sanders ikki hevur nakran serligan møguleika at koma á atkvøðuseðilin í heyst, hevur hann lovað at stríðast til tað síðsta.
Verða tað Hillary Clinton og Donald Trump, sum fara at kappast um at flyta í Hvítu Húsini í Washington DC í heyst, fer talan helst at verða um ein truplan dyst hjá Trump.
Hillary hevur drúgvar royndir í politikki og eina væl skipaða politiska maskuni aftanfyri seg. Sum forsetafrú hjá Bill Clinton í nítiárunum var hon óvanliga virkin í politiskum arbeiði. Eftir tað varð hon vald í Senatið í átta ár, og so var hon uttanríkisráðharri hjá Obama í fýra ár.
Hillary sett somu kós sum Obama
Ein trupulleiki í amerikonskum politikki er sera lítil vallutøka. Hillary Clinton vísir seg kortini at fáa nógvar kvinnur á val umframt, at teir mongu littu veljararnir, sum á seinsta vali valdu Barack Obama til forseta, nú fara at seta krossin við Hillary.
Politiska kósin hjá Hillary Clinton líkist tí hjá Barack Obama, og hon ætlar yvirhøvur at halda somu kós sum hann. Talan er millum annað um ein varnan uttanríkispolitikk, framhaldandi umskipan av heilsuverkinum og búskaparvøkstur.
Ríkmaðurin Donald Trump hevur hinvegin ongar politiskar royndir. Hann hevur ríkað seg upp við at byggja, keypa og selja bygningar og hotell fyrst á Manhattan í New York og seinni um alt USA.
Politiska kósin hjá Trump ógreið
Júst tað at Trump ongantíð hevur verið politikari - ella er spiltur av vatndeyvum politiskum avtalum og skuggaspæli - kann eisini vera ein fyrimunur, tí amerikanarar eru sum heild troyttir av virkisleysum breyðpolitikarum og endaleysum valdsstríði.
Tí er bersøgni Trump ein svalandi rødd í stirvna politiska spælinum í Washington. Tað er tó ilt at finna eina greiða politiska kós í valstríðnum hjá Trump.
Í stuttum vil Donald Trump gera USA stórt aftur - ella sum slagorðið ljóðar - Make America Great Again. Hvussu hann ætlar at gera tað, veit tó eingin við vissu.
Vil nokta muslimum at koma til USA
Donald Trump ætlar millum annað at byggja ein múr at forða fólki úr Meksiko at flyta til USA, og hann vil nokta muslimum at koma til USA.
Hann vil eisini bumba IS, men hevur ongan serligan uttanríkispolitikk annars, og búskaparpolitikk tosar hann ikki nógv um uttan tað, at hann fer at skapa arbeiðspláss, tí tað hevur hann gjørt alt sítt lív.
Ikki fyrr enn í juli verður endaliga greitt, hvørji valevnini verða til forsetavalið 8. november.