- Tíðindi, mentan og ítróttur
Svenskir pengaseðlar í søguna
Liggur tú inni við svenskum pengaseðlum, so er at leita teir fram og veksla. 30. juni í ár fara tríggir svenskir pengaseðlar í søguna.
20, 50 og 1000 krónuseðlarnir verða ógyldaðir, upplýsir svenski tjóðbankin, Riksbank, í tíðindaskrivi.
74 milliónir brúktir pengaseðlar, ið eru verdir til samans 4,3 milliardir svenskar krónur, 3,4 milliardir danskar, fara úr gildi.
Nýggir seðlar koma í oktober
Fleiri møguleikar eru fyri, hvussu tú sleppur av við gomlu seðlarnar. Tú kanst veksla teir til annað gjaldoyra, ella tú kanst seta teir inn á kontu í peningastovni.
Velur tú triðja møguleikan, at brúka peningin, er evsta markið 30. august í ár. Eftir tað kanst tú ikki gjalda við peninginum.
Í oktober setur svenski tjóðbankin nýggjar 100 og 500 krónuseðlar í umfar og nýggjar eitt-, tvey- og fimmkrónur. Gomlu 1-, 2- og 5-krónurnar fara úr gildi 30. juni næsta ár.