Sí øll nøvnini: Her er nýggja Fólkaheilsuráðið

Sí øll nøvnini: Her er nýggja Fólkaheilsuráðið
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur júst kunngjørt, hvørji fólk manna Fólkaheilsuráðið næstu fýra árini. Sí listan við nøvnunum her
Magni Mohr er nýggjur formaður í Fólkaheilsuráðnum, hevur landsstýriskvinnan júst kunngjørt. Sí eisini øll hini nøvnini í greinini
 
01.03.2016 - 15:38

Magni Mohr er nýggjur formaður í Fólkaheilsuráðnum. Hann tekur við eftir Pál Weihe, sum hevur verið formaður í ráðnum í nógv ár.

Landsstýriskvinnan í heilsumálum útnevndi í dag eitt nýtt fólkaheilsuráð. Allir nevndarlimirnir eru skiftir út. Tey, sum nú fara frá, hava verið í ráðnum í 11 ár, síðani 2005.

Magni Mohr starvast sum lektari í heilsuvísindum á Fróðskaparsetrinum. Hann hevur master- og ph.d.-útbúgving í ítróttarfysiologi frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

Frammanundan hevur Magni Mohr verið granskari uttanlands, millum annað við lærdu háskúlarnar í Gøteborg og Keypmannahavn.

Hesi manna nú Fólkaheilsuráðið

● Magni Mohr, formaður

● Kathrina Lindenskov Holm, næstforkvinna

● Petra Arge Poulsen

● Katrin Danielsen

● Jón Klein Olsen

● John Henrik Holm

● Elin Ludvig

Í Fólkaheilsuráðnum eru sjey fólk, sum landsstýrisfólkið í heilsumálum tilnevnir fyri fýra ár í senn. Landsstýrisfólkið velur formann ella forkvinnu og næstformann ella næstforkvinnu millum limirnar í ráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946