Keypa yvirtímar fyri at fáa Sam lidnan

Keypa yvirtímar fyri at fáa Sam lidnan
Fyri at fáa Sam lidnan eina viku fyrr, hava Strandfaraskip Landsins keypt eina viku afturat frá MEST við yvirtíðararbeiði. Sam skal hava nýtt dekk
 
01.03.2016 - 14:16

Strandferðslan hevur keypt eina viku við yvirtíðararbeiði fyri at fáa Sam lidnan eika viku fyrr, sigur Henrik Old, landsstýrismaður, í svari til Jónleif Johannesen, løgtingsmann.

Men hetta fer samanumtikið ikki at kosta Strandfaraskipum Landsins meira, sigur stjórin, Hilmar Eliasen.

Sam skal hava nýtt dekk. Tí fer hann á beding næsta mánadag. Og har verður Sam væntandi til 21. apríl.

Jósup røkir siglingina

Meðan Sam er á beding, fer Jósup at sigla millum Klaksvík og Syðradal. Men Ternan siglir við farmi tveir dagar um vikuna. Hesir báðir dagarnir eru ásettir í tøttum samstarvi við vinnuna í Kalsoynni, sigur Henrik Old.

Henrik Old sigur, at kanska fer at bera til at lata Ternuna sigla tríggjar dagar um vikuna á Kalsoyarleiðini og onkran eykatúr á páskum.

Jónleif Johannesen, løgtingmaður, er millum teirra, sum undrast á, at Jósup og ikki Ternan skal sigla á Kalsoyarleiðini.

SÍ EISINI Sam á beding

Strandfaraskip landsins hava svarað, at hóast 18 kilometrar av vegi eru millum fýra bygdir í Kalsoynni, vóru næstan líka nógvir bilar við Ternuni á Nólsoyarleiðini sum við Sam á Kalsoyarleiðini í mars og apríl í fjør.

Ein onnur frágreiðing er, sambært Strandferðsluni, at skip, sum sigla fast á einari leið, verða ikki flutt haðani, tá onnur skip fara á beding.

Einasta undantakið frá siðvenjuni er Sandoyarleiðin, tá ið Teistin skal í dokk. Tá er neyðugt er at brúka Ternuna á Sandoyarleiðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. januar
Morgunlestur hósdagur 23. januar 2025
186426
Mikudag 22. januar
Dansival 15 januar 2025
186695
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512