DiCaprio umsíðir fingið Oscar-virðisløn

DiCaprio umsíðir fingið Oscar-virðisløn
Leonardo DiCaprio, ið seks ferðir hevur verið í uppskoti um at fáa Oscar-virðisløn, fekk endiliga ta viðurkendu virðislønina í nátt
Leonardo DiCaprio fekk í nátt Oscar-virðislønina fyri besta mannliga høvuðsleiklutin í The Revenant
Mynd: AP  
 
29.02.2016 - 08:29

Leonardo DiCaprio fekk sína fyrstu Oscar-virðisløn í nátt fyri besta mannliga høvuðsleiklutin í filminum, The Revenant, tá virðislønirnar vórðu latnar.

41 ára gamli DiCaprio nýtti høvið at gera vart við veðurlagsbroytingarnar og heitti á heimsins politikarar um at taka avbjóðingina í størsta álvara.

Greinin heldur fram niðanfyri

 

Thank you so much to the entire Academy for such an incredible honor. #TheRevenant is the product of tireless sacrifice...

Posted by Leonardo DiCaprio on 28. februar 2016

Leikstjórin González Iñárritu fekk virðislønina sum besti leikstjóri, eisini fyri filmin The Revenant. Hetta var fyrstu ferð í 66 ár, at sami leikstjóri fær virðislønina tvey ár upp í slag.

Í fjør fekk González Iñárritu heiðurin fyri filmin Birdman. Brie Larson fekk virðisløn fyri besta kvinnuliga høvuðsleiklutin fyri filmin Room.

Spotlight var kosin besti filmur í fjør. Filmurin er um tíðindafólk, sum avdúka, at børn eru fyri kynsligum ágangi í einari katólskari kirkju í USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109