- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eva Kjer Hansen frá sum ráðharri
Tað skrivar Umhvørvis- og Landbúnaðarmálaráðið í morgun. Ráðið skrivar, at tað er Eva Kjer Hansen sjálv, sum tekur seg úr ráðharrasessinum.
- Eg havi í dag boðað forsætisráðharranum frá, at eg taki meg úr embætinum sum umhvørvis- og landbúnaðarráðharri. Eg havi verið glað fyri hvønn einasta dag, eg havi staðið á odda fyri nýggja Umhvørvis- og Landbúnaðarmálaráðnum. Men eg vil ikki vera ein forðing fyri stjórnini hjá Lars Løkke Rasmussen. Danmark hevur brúk fyri einum borgarligum, liberalum samanhaldi, skrivar Eva Kjer Hansen í einum tíðindaskrivi.
Avgerðin kemur eftir harðar atfinningar at sonevnda landbúnaðarpakkanum hjá Evu Kjer Hansen. Tey konservativu, sum eru stuðulsflokkur hjá Vinstra, siga at ráðharrin hevur gjørt pakkan grønari og meira umhvørvisvinarligan enn hann í veruleikanum er. Tey siga, at hon hevur givið Fólkatinginum skeivar upplýsingar. Tey Konservativu hava hótt við misáliti á Evu Kjer Hansen, men Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, heldur fast um, at hann hevur álit á sínum ráðharra. Hann hevur hótt við skriva út fólkatingsval, um ráðharrin verður sendur til hús.
Men nú hevur Eva Kjer Hansen so sjálv gjørt av at fara frá.