Alilaksurin ikki tað ringasta

Alilaksurin ikki tað ringasta
Nógv meiri heilivágur og kemisk evni verða brúkt til grønmeti enn til alilaks, sambært norskum miðli
Meiri heilivágur og kemisk evni verða brúkt til grønmeti enn til alilaks, sigur kyst.no, heimasíðan hjá fiski- og alivinnuni í Noregi
 
26.02.2016 - 10:15

Tað er norska heimasíðan kyst.no, ið hevur samanborið heilivágsnýtsluna hjá alibrúkum og teimum, sum dyrka grønmeti, nú so nógv verður sagt og skrivað um heilivágin í alivinnuni.

Munurin er øgiliga stórur, sambært kyst.no. Norska alivinnan brúkti í 2014 13 tons av lúsaeitri og tvey tons av øðrum heilivági.

Bøndur góvu sínum djórum sjey tons av heilivági. Men tey, sum hava sum vinnu at dyrka grønmeti, korn og frukt, brúktu 653 tons í 2014.

Miðil hjá fiski- og alivinnuni

Harafturat koma 175 tons, sum fólk brúktu í millum annað eplaveltum og urtagarðinum heima við hús.

Umroknað til kilo, fóru 11 milligram av heilivági til laks, átta til kjøt og mjólk og 361 milligram av heilivági fóru til hvørt kilo av grønmeti, korn og frukt.

Leggjast skal afturat, at kyst.no er heimasíða hjá fiskivinnuni og alivinnuni í Noregi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109