Eingin hvalaveiða í summar

Eingin hvalaveiða í summar
Trupulleikar við søluni í Japan gera, at stórhvalur verður neyvan skotin við Ísland í summar
Stórhvalur verður neyvan skotin við Ísland í summar. Orsøkin er stirvnar mannagongdir í Japan, ið er tann størsti marknaðurin fyri tvøstinum
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
25.02.2016 - 15:19

Kristján Loftsson, stjóri í Hvali, sum hevur skotið hval síðani 2009, sigur við Morgunblaðið, at so nógvar forðingar eru í Japan, at hann hevur mist tolið.

Japan er nógv tann størsti marknaðurin fyri íslendskt tvøst. Men í Japan verður tvøstið kannað alla tíðina.

Hava tosað við myndugleikarnar

Kanningarnar eru avoldaðar og taka langa tíð. Onga aðra staðni verða slíkar kanningar gjørdar.

Bæði íslendski sendiharrin í Japan og ráðharrar hava tosað við myndugleikarnar í Japan, men higartil til fánýtis.

Kristján Loftsson sigur, at hevði hann vitað um allar hesar tvørleikarnar í Japan, var hann ongantíð farin undir at skjóta hval aftur í 2009 eftir 20 ára steðg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109