Trolari rendi á ísfjall

Trolari rendi á ísfjall
Kanadiski trolarin Saputi, sum sunnudagin rendi á eitt ísfjall í Davisfjørðinum millum Grønland og Kanada, er komin til Nuuk í øllum góðum
Eitt flogfar tveitti fýra pumpur niður til trolaran Saputi, eftir at skipið rendi á eitt ísfjall
Mynd: Skíggjamynd: Joint Taskforce-Atlantic á YouTube  
 
24.02.2016 - 09:06

Hol kom á skrokkin hjá Saputi, men eitt Herculesflogfar úr Halifax tveitti fýra pumpur niður til trolaran. Pumpurnar kláraðu at halda skipinum lens alla leiðina til Nuuk.

Video: Eitt Hercules-flogfar úr Halifax tveitir pumpur til trolaran, Saputi.

30 mans eru við Saputi, men eingin teirra fekk skaða. Saputi er bygdur í 1987 til Vágs. Tá kallaðist trolarin Ango. Hann var tó ikki leingi í Føroyum. Í 1991 varð hann seldur til Grønlands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109