Fangalegan í Guantanamo verður stongd

Fangalegan í Guantanamo verður stongd
Amerikanski forsetin ætlar at flyta 60 fangar úr Guantanamo til fongsul í USA, tá umstrídda fangalegan í Kuba letur aftur
Guantanamo-fangalegan á Kuba skal steingjast, ætlar amerikanski forsetin, Barack Obama. Tað fer at kosta millum 290 og 475 milliónir dollarar at steingja leguna
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
24.02.2016 - 15:37

- Latið okkum gera tað, sum er rætt fyri USA. Latið okkum hyggja frameftir og enda henda kapittulin, segði Obama í sambandi við, at ætlan um at steingja leguna varð kunngjørd í gjár.

Tað fer at kosta millum 290 og 475 milliónir dollarar at flyta fangar og at steingja leguna, skrivar Reuters-tíðindastovan.

SÍ EISINI Obama ger enn eina roynd at steingja Guantanamo

Í løtuni sita 91 fangar avbyrgdir í leguni - uttan fyri lóg og rætt. Men sambært amerikonskum myndugleikum verða 35 fluttir til onnur lond í ár.

Sostatt eru gott 60 fangar eftir, ið sambært ætlanini verða fluttir til hernaðarfongsul ella sivilfongsul í USA.

Vænta at spara 543 milliónir um árið

Fangalegan í Kuba máar støðið undan trygdini hjá USA og virkar ímóti ætlanunum við henni, tá tað snýr seg um samskifti við onnur lond, sigur Barack Obama.

Verjumálaráðið fer sambært Barack Obama at spara 80 milliónir dollarar um árið við at steingja leguna. Obama lovaði at steingja fangaleguna, tá hann tók við sum forseti í 2009, men nú fer tíðin at ganga undan hjá honum.

Í januar 2017 er forsetaskeið hansara runnið. Fyrstu fangarnir komu til Guantanamo Bay úr Afganistan í 2002. Tað hava verið upp í 680 fangar í leguni í senn, nú eru 91 eftir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109