Veit hvør setti eld á Scandinavian Star

Veit hvør setti eld á Scandinavian Star
Flemming Thue Jensen sigur seg vita, hvør tað var, sum setti eld á ferðamannaskipið Scandinavian Star, tá 159 fólk doyðu
 
21.02.2016 - 18:42

Hann er fyrrverandi skipsinspektørur og høvuðskanningarleiðari hjá donsku sjóvernjuni í samband við eldin umborð á ferðamannaskipinum Scandinavian Star. Í dag, 26 ár eftir vanlukkuna, sigur hann, at hann veit, hvør tað var, sum setti eld á Scandinavian Star.

Hesum boðaði hann frá á tíðindafundi í Oslo fyrrapartin. Flemming Thue Jensen sigur, at hann ikki ynskir at tosa við norsku løgregluna um málið. Hann hevur rætt og slætt ikki álit á henni. Hinvegin vil hann gjarna greiða frá síni vitan fyri norsku kanningarnevndini, ella vitna í einum møguligum rættarmáli.

Spurdur, hví hann nústaðni velur at siga sína søgu, svarar Flemming Thue Jensen.

- Eg eri eingin hetja. Her er eingin hetja. Her eru bara offur og tað eri eg eisini. Málið hevur verið ein marra og er tað enn. Eg havi ikki havt mentala orku til at fara undir hetta fyrr enn nú, sigur hann.

Seint seinnapartin boðaði løgreglan í Oslo frá, at tey fara at hyggja at nýggju upplýsingunum, sum verða partur av kanningararbeiðinum fyri framman. Tey boðini koma frá løgregluni í einum tíðindaskrivi.

Løgreglan hevur annars arbeitt við ástøðinum um, at eitt ferðafólk setti eld á. Í mong ár var ein danskur lastbilaførari undir illgruna. Erik Mørk Andersen, sum hann æt, doyði av eldinum umborð, men ikki fyrr enn í 2014 vóru ákærurnar móti honum sleptar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109