Rópa varskó: 44.000 donsk pass horvin

Rópa varskó: 44.000 donsk pass horvin
Bara í 2015 hvurvu 44.000 donsk pass, og tað er munandi fleiri enn árið fyri, sigur Ríkisløgreglan. Eisini í Svøríki verða alsamt fleiri pass stolin
Ein rúgva av evropeiskum passum, ið eru mist burtur ella stolin, koma afturíaftur á einum marknaði, har bæði brotsfólk og yvirgangsfólk keypa og selja
 
19.02.2016 - 10:04

Ein rúgva av evropeiskum passum, ið eru mist burtur ella stolin, koma afturíaftur á einum marknaði, har bæði brotsfólk og yvirgangsfólk keypa og selja.

Bara í fjør hvurvu 44.000 donsk pass, og tað er munandi fleiri enn árið fyri, sigur Ríkisløgreglan. Nógv pass eru eisini horvin í Evropa. Seinastu fimm árini er talið tvífaldað, upplýsir Interpol fyri Berlingske.

Følsk og misnýtt pass eru ein háttur at skáka sær undir eftirlitinum hjá løgregluni, sigur svenski granskarin í yvirgangi, Magnus Ranstorp, við Berlingske.

Seld fyri 22.000 á svarta marknaðinum

Í Svøríki er talið av horvnum passum eisini vaksið. Í Svøríki eru mál um, at svenskir ríkisborgarar hava selt ella lænt øðrum passið, so tey kunnu koma til Evropa.

Støðan hevur havt við sær, at lógin er broytt, og frá 1. juli í ár ber bara til at fáa nýtt pass tríggjar ferðir í einum fimm ára skeiði í Svøríki.

Í Danmark og Føroyum er einki mark fyri, hvussu ofta tú kanst fáa nýtt pass. Sambært flóttafólki úr Sýria, sum Berlingske hevur tosað við, kosta svensk og donsk pass 22.000 krónur á svarta marknaðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109