Turkaland hevur bumbað kurdisk herlið í Sýria

Turkaland hevur bumbað kurdisk herlið í Sýria
Kurdisku herliðini í Sýria hava samband við PKK, sigur turkiski forsætisráðharrin
Mynd: Savnsmynd  
 
14.02.2016 - 12:03


Turkaland hevur bumbað kurdisk herlið í Norðursýria, og kravt at tey taka seg aftur av tí landi, tey hava tikið.

USA hevur heitt á Turkaland um at steðga álopinum á kurdisku liðini og heldur at brúka hermegi upp á Islamska statin IS

Hósdagin komu heimsveldini ásamt um at virka fyri, at vápnahvíld í Sýria skal koma í gildi innan eina viku.

Eitt av málinum, sum Turkaland hevur lopið á, er Menagh flogvøllurin, sum kurdiska herliðið YPG hevði tikið frá Islamska statinum.

Sigur kurdiska herliðið hava samband við PKK

Turkiski forsætisráðharrin, Ahmet Davutoglu, segði í turkiskum sjónvarpi, at Turkaland fór at leypa á, um kurdiska herliðið ikki tók seg aftur av flogstøðini, ið er sunnan fyri sýriska býin Azaz nærhendis markinum til Turkalands.

Turkaland sigur, at kurdiska herliðið YPG í Sýria hevur samband við herðin hjá kurdiska arbeiðaraflokkinum PKK, sum í Turkalandi hevur verið í vápnaðum bardaga við turkiska herin í áratíggju.

Ein talsmaður fyri amerikanska uttanríkisráðið hevur heitt á kurdiska herin í Sýria, um ikki at gera sær dælt av støðuni í Sýria og hertaka nýtt land.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109