Talið á deyðum nú komið upp á 11

Talið á deyðum nú komið upp á 11
Bjargingarlið hava funnið líkið av einum fólki aftrat eftir tokvanlukkuna í Týsklandi. Báðir tokførarnir eru millum tey deyðu
Tilsamans hava 11 fólk latið lív og 60 eru løstað eftir tokvanlukkuna umleið 10 kilometrar sunnan fyri München týsdagin
Mynd: AP  
 
10.02.2016 - 10:07

Tað er framvegis ógreitt, hví bæði ferðafólkatokini stoyttu saman í gjármorgunin á eini teini millum Holzkirchen og Rosenheim í ein landsynning úr München.

Ein sjálvvirkandi skipan skuldi tryggjað, at tok ikki stoyta saman, og at tey bremsa sjálvvirkandi í neyðstøðu, segði týski flutningsmálaráðharrin, Aleksander Dobrindt, á tíðindafundi í gjár.

Tveir av teimum trimum svørtu kassunum eru funnir, og innihaldið í teimum skal hjálpa myndugleikunum at staðfesta, hví vanlukkan hendi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109