Sjey fólk tikin fyri at stuðla Islamiskan stat

Sjey fólk tikin fyri at stuðla Islamiskan stat
Spanska løgreglan hevur tikið sjey fólk, sum eru undir illgruna fyri at styðja Islamskan stat og aðrar víðgongdar bólkar í Miðeystri
Løgreglan í Spania hevur handtikið sjey fólk, ið eru undir illgruna fyri at styðja Islamskan stat og aðrar víðgongdar bólkar
Mynd: AP  
 
08.02.2016 - 17:43

Fólkini vórðu tikin í millum annað Valencia og Alicante har eysturi í Spania. Myndugleikarnir hava avdúkað vápn, sum vórðu ætlað jihadistum, men sagt varð, at talan var um neyðhjálp.

Fimm av teimum tiknu hava sýriskar, jordanskar og marokkanskar røtur, upplýsir løgreglan sambært AFP. Ein av teimum handtiknu sendi pening, samskiftisútgerð, vápn og bumbu tilfar til Sýria og Irak.

Leiðarin í bólkinum hevur sambært sponsku myndugleikunum javnan havt samband við Islamskan stat. Víðgongdi bólkurin hevur eisini biðið henda persónin um at útvega kvinnur at giftast við IS-hermonnum í Sýria, sigur løgreglan.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109