Granskarar bilsnir: Alzheimers kann smitta

Granskarar bilsnir: Alzheimers kann smitta
Fyri aðru ferð innan fyri stutta tíð hava granskarar funnið tekin um, at Alzheimers í serligum førum kann smitta undir skurðviðgerð
Granskarar hava fyri aðru ferð eftir fáum mánaðum funnið tekin um, at Alzheimers-sjúkan í serligum førum kann smitta tá skurðviðgerðir verða gjørdar
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
08.02.2016 - 10:57

Granskarar á universitetssjúkrahúsinum í Zürich í Sveis og medisinska universitetinum í Wien í Eysturríki hava gjørt líkskurð í heilanum hjá sjey deyðum fólkum, sum høvdu Creutzfeldt-Jakob-sjúkuna.

Men fimm av sjúklingunum høvdu tekin um byrjandi Alzheimers. Millum annað varð funnið ein skón av beta-amyloid, sum við tíðini fer at klumpa seg saman og niðurbróta heilakyknur.

Sjúklingarnir høvdu tað til felags, at teir, fyri meira enn tíggju árum síðani, høvdi ligið undir skurði, har teir høvdu fingið ísett heilahindur frá deyðum donorum, skrivar nature.com

Ov tíðliga at gera endaligar niðurstøður

Granskarar halda tí, at tú kanst verða smittaður av Alzheimers eftir eina transplantatión í heilanum. Úrslitini skulu tvinnast saman við ein uppriti, sum varð útgivið í september 2015.

Har fingu bretskir granskarar nøkulunda somu úrslit eftir slíkar kanningar. Granskarar leggja tó dent á, at orsøk er at halda, at Alzheimers kann smitta við vanligum sambandi.

Tað hendur sjáldan og bara við heilt serligum tilburðum. Samstundis verður gjørt vart við, at granskað framvegis verður innan økið, og tí er tað ov tíðliga at gera størri niðurstøður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946