Sí upptøkuna: Danir halda torusteinur datt niður

Sí upptøkuna: Danir halda torusteinur datt niður
Í Danmark verður leitað eftir einum torusteini, ið hildið verður datt niður í nátt. Granskarar vóna, torusteinurin verður funnin
Fleiri sjónarváttar í Danmark hildu seg síggja ljósglæmuna frá einum torusteini, ið datt niður á Sælandi í nátt. Sí upptøkuna í greinini, sum ein dani sigur, varð gjørd í nátt
Mynd: Skíggjamynd/Video á Facebook  
 
07.02.2016 - 12:24

Fleiri sjónarváttar í Danmark hildu seg síggja ljósglæmuna frá einum torusteini, ið datt niður onkra staðni í Sælandi í nátt, skrivar dr.dk

Sí upptøkuna niðanfyri

- Hóast tað ikki var heilt klárt á luftini, var einki at ivast í, at hetta var ein torusteinur, sigur ein sjónarváttur sambært heimasíðuni hjá DR.

Meðan fleiri sjónarváttar hava greitt frá, hvat teir sóu í nátt, sigur onkur seg eisini hava upptøkur frá í nátt, tá torusteinurin datt niður.

 

Se bort fra tiden, den passer ikke- men spol frem til 23.47.25 og lad filmen køre i 5 sekunder. Vildt lysglimt over Vestegnen d. 06.02.16

Posted by Mathias Øgendal on 6. februar 2016

(Spola til klokkan í upptøkuni vísir 23:47:26)

Sambært Johan Peter Uldall Fynbo, professara á Niels Bohr-instituttinum í Keypmannahavn, var tað ein torusteinur, sum danir søgdu seg síggja í nátt.

- Fleiri hava lagt merki til eitt buldur og eitt bjart ljós. Tað er ein eldkúla ella eitt stórt stjørnuskot, sigur professarin sambært politiken.dk

Í miðal detta torusteinar niður í Danmark tvær ferðir um árið. Granskarar vóna, at torusteinurin, ið helst er til støddar sum ein hondbóltur, verður funnin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109