Norðurkorea skotið rakett út hóast ávaringar

Norðurkorea skotið rakett út hóast ávaringar
Trygdarráðið hjá ST er kallað saman til fundar eftir at Norðurkorea sunnunáttina skeyt út eina rakett, ið ber langt
Íbúgvar í høvuðsstaðnum í Norðurkorea, Pyongyang, fylgdu við á stórskíggjum, tá tíðindini, um at landið hevði skotið eina rakett upp í rúmdina sunnumorgunin, bórust í almenna sjónvarpinum
Mynd: AP  
 
07.02.2016 - 09:34

Ein rakett, ið ber langt, varð sunnunáttina skotin út í rúmdina úr Norðurkorea, skriva útlendskir miðlar sambært tíðindastovuni, Reuters.

Rakettin varð skotin út í rúmdina eftir boðum frá Kim Jong-un, forseta í Norðurkorea, upplýsir almenna sjónvarpið í landinum.

Endamálið við at skjóta rakettina upp er, sambært Norðurkorea, at senda Kwangmyongsong 4-fylgisveinin í umfar kring jørðina.

Heimsins leiðarar fordøma hendingina

Uppskjótingin er ikki fallin í góða jørð hjá fleiri av heimsins leiðarum, ið frammanundan høvdu biðið Norðurkorea um ikki at skjóta rakettina upp.

Hendingin er ágangur, er skoðsmálið úr Hvítu húsunum, meðan forsætisráðharrin í Japan sigur, at hendingin als ikki skal góðtakast.

Hóast Norðurkorea sigur, at ein fylgisveinur var umborð á rakettini, halda eygleiðarar, at rakettin er skálkaskjól í royndini at menna tøkni til onnur, vandamikil vápn.

Trygdarráðið hjá Sameindum tjóðum er kallað saman í dag at umrøða íkomnu støðuna, eftir at Norðurkorea hevur skotið rakettina út.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109