Pávin á søguligan fund

Pávin á søguligan fund
Frans pávi luttekur í næstum á søguligum fundi, tá kirkjufedrarnir í í eysturlendsku ortodoksu kirkjuni og vesturlendsku katólsku kirkjuni hittast
Fyri fyrstu ferð síðani 11. øld fara kirkjufedrarnir í eysturlendsku ortodoksu kirkjuni og vesturlendsku katólsku kirkjuni at hittast. Frans pávi luttekur á søguliga fundinum á Kuba
 
05.02.2016 - 17:43

Talan verður um ein søguligan fund, tí hetta er fyrstu ferð síðan rómverska eindarkirkjan fór í tvíningar, í 11. øld, at kirkjufedrarnir í eysturlendsku ortodoksu kirkjuni og vesturlendsku katólsku kirkjuni fara at hittast.

Pávin og patriarkurin fara á fundinum, sum verður á Kuba, millum annað at umrøða forfylging av kristnum. Tær báðar kirkjunar siga í felags fráboðan, at fundurin er týðandi stig í viðurskiftunum millum ortodoksu kirkjuna og katólsku kirkjuna.

Síðan Frans pávi tók við embætinum fyri næstan trimum árum síðan hevur hann áhaldandi roynt at bøta um umdømið hjá katólsku kirkjuni kring allan heim.

Umframt at taka upp samband við ortodoksu kirkjuna, hevur hann blíðkað tónan móti fráskyldum katolikkum, samkyndum og kravt meiri gjøgnumskyngi í umsitingini av Vatikanstatinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109