Søkja nú eftir nýggjum stjóra

Søkja nú eftir nýggjum stjóra
Søkt verður nú eftir stjóra at umsita 185 milliónir krónur. Heilsu- og Innlendismálaráðið søkir eftir stjóra til Heilsutrygd í Klaksvík
Heilsu- og Innlendismálaráðið søkir nú eftir stjóra til Heilsutrygd í Klaksvík
 
27.01.2016 - 17:14

Jan Danielsen varð koyrdur frá sum stjóri í Heilsutrygd fyrst í november í fjør, tí ósemja var millum hann og Heilsu- og Innlendismálaráðið.

SÍ EISINI Stjórin í Heilsutrygd farin frá

Ósemjan snúði seg um, hvussu stovnurin skal umsitast, og hvussu lógin um stovnin skal tulkast. Jan Danielsen var stjóri í Heilsutrygd, síðani stovnurin varð skipaður í 2010.

Egil á Bø, fíggjarleiðari á Heilsutrygd, varð settur sum fyribilsstjóri, tá Jan Danielsen fór. Freistin at søkja stjórastarvið í Heilsutrygd er 17. februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946