- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv heiðursmerkir og met í Íslandi
Føroysku svimjararnir hava klárað seg sera væl í Reykjavík.
Svimjing.com skrivar, at higartil hava føroysku svimjararnir sett fimm føroysk met og níggju juniormet.
Nógv heiðursmerkir eru eisini vunnin. Føroyar hava vunnið fýra gull, fimm silvur og tvey bronusheiðursmerkir.
Sára R. Nysted trý føroysk met
Sára R. Nysted setur mest sum hvørja ferð met, tá hon kappast, og soleiðis er eisini hesaferð.
Sára hevur sett met í 400 m. blandað, 200 m. blandað og 200 m. frí.
Hini føroysku metini metini settu Róland Toftum og Signhild Joensen í ávíkavist 50 m. bringu og 100 m. rygg.
Føroysk met og tíðir
Sára R. Nysted | SuSvim | 400 m. blandað | 5.00.47 |
Sára R. Nysted | SuSvim | 200 m. blandað | 2.20.41 |
Sára R. Nysted | Susvim | 200 m. frí | 2.06.76 |
Signhild Joensen | Ægir | 100 m. rygg | 1.05.60 |
Róland Toftum | Susvim | 50 m. bringu | 50.35 |
Heiðursmerkir
Sára R. Nysted | Susvim | Gull | 400 m. blandað |
Sára R. Nysted | Susvim | Gull | 200 m. blandað |
Sára R. Nysted | Susvim | Gull | 800 m. frí |
Sára R. Nysted | Susvim | Gull | 200 m. frí |
Ásbjørg Hjelm | Ægir | Silvur | 50 m. bringu |
Ásbjørg Hjelm | Ægir | Silvur | 200 m. bringu |
Eyðbjørn Joensen | Susvim | Silvur | 50 m. firvald |
Róland Toftum | Susvim | Silvur | 100 m. bringu |
Alvi Hjelm | Ægir | Silvur | 400 m. frí |
Alvi Hjelm | Ægir | Bronsa | 400 m. frí |
Signhild Joensen | Ægir | Bronsa | 100 m. rygg |
Møguleiki fyri fleiri heiðursmerkjum
Í dag er síðsti dagur í Reykjavík International Games, og føroysku svimjararnir hava í morgun svomið seg í fleiri finalur.
Finalurnar byrja í klokkan 15:00.
Tað ber til at lesa meira um kappingina á svimjing.com