Professari: D-vitaminir ikki so góðar kortini

Professari: D-vitaminir ikki so góðar kortini
D-vitaminir eru hóast alt ikki so góðar fyri okkum, sum vit annars hava hildið leingi, sigur professari í Onglandi
D-vitaminir eru als ikki so góðar fyri okkum, sum hildið hevur verið higartil, sigur professari á bretskum universiteti
Mynd: Savnsmynd/sxc.hu  
 
13.01.2016 - 20:30

D-vitamin, D-vitamin, D-vitamin.

Í mong ár hava vit fingið at vita, at vit kunnu ikki fáa nóg mikið av D-vitaminum, og at allar góðar grundir hava bent á, at vit skulu taka nóg mikið av D-vitaminum.

Ein bretskur professari vendir nú øllum upp og niður. Hann sigur, D-vitaminir eru als ikki so góðar, sum hildið annars hevur verið í áratíggju, skrivar videnskab.dk

Virknaðurin ikki prógvaður

Tað er ikki vísindaliga prógvað, at D-vitaminir eru góðar fyri fólk. Tvørturímóti, sigur Tim Spector, professari á Kings College London, sambært videnskab.dk

Taka fólk ov nógvar vitaminir, kann tað sambært Tim Spector elva til, at fólk doyggja fyrr, og í ringasta føri økja um vandan fyri krabbameini og hjartasjúkum.

Greinin heldur fram niðanfyri

 

Sólin er besta keldan til D-vitaminir, sambært professaranum

Posted by Kringvarp Føroya on 13. Januar 2016

Tim Spector er sannførdur eftir at hava sæð vísindaritgerðina Vitamin D Supplementation and Increased Risk of Falling, ið American Medical Association hevur kunngjørt.

Vitaminískoyti nyttuleyst

27 verkætlanir, sum Tim Spector hevur gingið ígjøgnum, vísa, at vitaminískoytið er nyttuleyst og ikki fyribyrgjandi, tá talan er um álvarsamar sjúkur.

Til dømis eru nakrir menn, ið taka E-vitamin og selen sum kostískoyti, í størri vanda fyri at fáa prostatakrabba enn aðrir, ið ikki taka E-vitamin og selen, er niðurstøðan hjá honum.

Síðani 80'ini eru ritgerðir gjørdar í túsundatali, ið hava roynt at vísa á sambandið millum sjúkur og trotið á D-vitaminum uttan, at tað hevur eydnast til fulnar, sigur professarin á Kings College.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946