- Tíðindi, mentan og ítróttur
Innkallingar verða nú talgildar
Landssjúkrahúsið sendir umleið 120.000 innkallingar út árliga til borgarar, sum hava tørv á tænastunum hjá stovninum. Umleið 15.000 føroyingar hava longu meldað seg til Mínboks.
Í eina tíð hava ávísar deildir sent innkallingar út umvegis Mínboks sum eina roynd. Nú er avgjørt, at talgildu innkallingarnar skulu umfata allar deildir hjá Landssjúkrahúsinum.
Greinin heldur fram niðanfyri
Landssjúkrahúsið fer at innkalla frá øllum deildum umvegis Mínboks.Allar innkallingar til kanning og viðgerð á Landssj...
Posted by Landssjúkrahúsið - National Hospital of the Faroe Islands on 6. Januar 2016
Tað vil betra um samskifti við borgaran, sum eisini fær skjótari samband við Landssjúkrahúsið. Borgarin fær møguleika at samskifta beinleiðis við Landssjúkrahúsið umvegis Mínboks og til dømis broyta ásettu tíðina.
Hetta letur seg gera, tí at Mínboks er umfatað av dátutrygdini, sum er ásett við lóg og tryggjar, at viðkvæmar upplýsingar ikki falla í hendur á óviðkomandi, skrivar Landssjúkrahúsið í einum tíðindaskrivi.
Borgarar, sum ikki hava skipanina, Mínboks, hava tó framvegis møguleika at fáa innkalling til kanningar og viðgerðir í brævi eins og áður, sigur Landssjúkrahúsið í tíðindaskrivinum.