Samráðast við útlendskar læknar

Samráðast við útlendskar læknar
Landssjúkrahúsið hevur í løtuni samráðingar við útlendskar serlæknar í CTD- og GSD-sjúkunum
Avgjørt er, at yvirlækni á medisinska deplinum skal hava ábyrgdina av CTD og GSD í framtíðini. Landssjúkrahúsið hevur í løtuni samráðingar við útlendskar serlæknar
 
26.11.2015 - 13:34

Landssjúkrahúsið hevur samráðingar við útlendskar læknar, sum hava holla vitan um bæði CTD og GSD-sjúkuna, og sum hava royndir við sjúklingum í Føroyum.

Samráðingarnar snúgva seg um samstarv ella starvssetan á Landssjúkrahúsinum. Tað upplýsir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til Edmund Joensen í Sambandsflokkinum.

Ein føroyskur lækni er knýttur at Landssjúkrahúsinum sum ráðgevi innan CTD. Hann hevur m.a. skrivað phd-ritgerð um CTD og hjartasjúkur, og verður mettur at vera ein av fremstu serfrøðingum í heiminum innan CTD.

Yvirlækni skal hava ábyrgdi fyri CDT og GSD

Mett verður, at føroyska heilsuverkið hevur førleikar at veita CTD-sjúklingum eina nøktandi viðgerð, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Ein føroyingur, sum er undir útbúgving til barnalækna, hevur eisini nomið sær vitan innan GSD, og ætlar at skriva eina Phd-ritgerð innan økið. Tveir GSD-sjúklingar hava verið ávístir til serviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum.

Avgjørt er, at yvirlækni á medisinska deplinum skal hava ábyrgdina av CTD og GSD í framtíðini, og arbeitt verður eisini við at broyta screeningina av nýføðingum, so svarini um hesar sjúkur verða meira álítandi, sigur Sirið Stenberg í svarinum til Edmund Joensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. januar
Bolero - Tónleikur til veturin
186189
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta í Vestmanna kirkju
186188
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081