Landsstýrismaðurin fingið álit um filmshús

Landsstýrismaðurin fingið álit um filmshús
Sambært álitinum skal Filmshúsið tryggja samanhang millum førleikamenning, framleiðslu og útbreiðslu av føroyskum filmi
Klippfisk hevur handað landsstýrismanninum í vinnumálum álit um føroyskt filmshús, ið skal verða savningarstað fyri filmsumhvørvið í landinum
Mynd: Skíggjamynd úr Vetrarmorgun hjá Sakaris Stórá  
 
21.10.2015 - 08:58

Klippfisk hevur handað Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum álit um føroyskt filmshús. Álitið kallast "Filmshúsið - Føroyskur filmur á einum vegamóti."

Klippfisk mælir til, at Filmshúsið verður savningarstað fyri filmsumhvørvið, og Filmsgrunnurin skal eisini umsitast har.

Føroyska filmshúsið skal kunna um føroyskan film uttanlands og menna samstarv og samband við útlendskar framleiðarar.

Landsstýrismaðurin tekur væl ímóti álitinum

Harumframt skal Filmshúsið hava ábyrgdina av at savna allar føroyskar filmar í eitt filmsavn, so teir verða tøkir og kunnu koma øllum føroyingum til góðar.

- Álitið um Filmshúsið er eitt áhugavert og ítøkiligt boð uppá, hvussu vit kunnu skapa betri karmar fyri filmsvinnu, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

- Landsstýrið arbeiðir við at gera politikk fyri skapandi vinnur, herundir film, og álitið verður partur av hesum arbeiði, landsstýrismaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859