Tríggjar fráboðanir um grind

Tríggjar fráboðanir um grind
Løgreglan fekk í gjár tríggjar fráboðanir frá fólki, ið søgdu seg hava sæð grind, eftir bert hálvum øðrum tíma
Løgreglan fekk í gjár tríggjar fráboðanir um grind. Talan var tó helst um springarar í øllum trimum førum
 
18.10.2015 - 10:01

Klokkan 17:05 seinnapartin í gjár varð ringt av Kvívíkis-klivjum um at grind sást út fyri Kvívík, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Bert ein tíma seinni fekk løgreglan aftur fráboðan um at ein grind var sædd. Klokkan 18:04 sá onkur í Fuglafirði grind, og klokkan 18:29 í gjárkvøldið sóu tey grind út fyri Skálavík.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at talan var helst um springarar í øllum trimum førum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095