Senda ikki rokning fyri avlýsta drotningavitjan

Senda ikki rokning fyri avlýsta drotningavitjan
Løgmansskrivstovan fær onga rokning frá Tvøroyrar kommunu fyri avlýstu vitjanina hjá drotningarhjúnunum í juni, hevur kommunan einmælt samtykt
Tvøroyrar kommuna fer ikki at senda Løgmansskrivstovuni rokning fyri drotningavitjanina í juni, ið varð avlýst, samtykti býráðið á Tvøroyri einmælt í gjárkvøldið, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri
 
15.10.2015 - 10:05

Tvøroyrar kommuna brúkti 55.000 krónur í sambandi við vitjanina, sum bleiv av ongum, tí hon skuldi vera samstundis sum fólkatingsvalið var. Okkurt kann brúkast, so sum gávurnar, so rokningin, sum ikki verður ikki verður send, var 46.000 kr.

Sama dag, sum drotningin og prinsurin skuldu vitja á Tvøroyri, boðaði borgarstjórin, Kristin Michelsen, frá, at landið eigur at rinda kommununum, sum hava havt útreiðslur av vitjanini, endurgjald, tí vitjanin varð útsett við so lítlum skotbrái.

SÍ EISINI Taka nú avgerð um endurgjaldskrav skal reisast

Men í gjár samtykti býráðið á Tvøroyri tó, at kommunan skal sjálv rinda alt, sum avlýsta vitjanin kostaði. Kristin Michelsen sigur, at á býráðsfundinum varð funnist at Løgmansskrivstovuni.

Tað varð gjørt, tí Løgmansskrivstovan ikki at venda sær til kommunurnar, sum drotningin skuldi vitja, fyri at vita, hvussu stórar útreiðslurnar hjá teimum vóru. 

Umframt Tvøroyri fyrireikaðu tríggjar kommunur seg til at taka í móti drotningini og hennara fólki í juni. Tær eru Hvalba, Sandur og Tórshavn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. februar
Bolero - 9. februar 2025
187530
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342