- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú verður avgjørt um nakar skal skuldsetast
Fyrsta dagin verður avgjørt, um nakar skal skuldsetast í málinum um deyða seyðin, sum varð funnin í einum húsi við Stóravatn í Sandoynni páskadag, 5. apríl, í ár.
Politiið hevur fingið ummælið um málið frá Birnu Mørkøre, landsdjóralækna. Andrass Marr Poulsen, varapolitiinspektørur, sigur, at hann hevur latið løgfrøðiligum málsviðgera málið.
Avgerð tikin hesa vikuna
Andrass Marr Poulsen væntar, at avgerð verður tikin í hesari vikuni. Spurningurin er, um til ber at brúka ásetingina um eftirlitsskyldu við djórum í hesum málinum.
Politiið fekk páskadag fráboðan um 10 til 15 seyðir, sum lógu deyðir í einum húsi við Stóravatn. Tann, sum átti seyðin, var uttanlands. Sambært politinum høvdu seyðirnir verið deyðir í nakrar dagar, tá teir vórðu funnir.
Niðurstøðan hjá politinum er, at seyðirnir vóru farnir inn at kroka. Hurðin í húsinum fór aftur og læstist, og tí sluppu seyðirnir ikki út aftur.
Landsdjóralæknin hevur havt málið til ummælis
Tá politið var liðugt víð sínar kanningar í juni, varð málið sent landsdjóralæknanum til ummælis. Tað ummælið hevur politiið nú fingið, og nú verður málið avgreitt.
Sambært djóraverndarlógini eiga djór ikki at vera fyri óneyðugari líðing. Lógin sigur eisini, at tey, sum halda djór, eiga at síggja til, djórið fær nóg nógv at eta og drekka, og at tað í aðrar mátar verður hildið og røkt forsvarliga.
Tilhaldsrúm hjá djórum eiga at vera forsvarliga innrættað. Nú avgerð skal takast um skuldseting ella ikki, er spurningurin um eftirlitsskyldu við djórum rættiliga avgerandi. Hvørki landsdjóralæknin ella politiið vilja í løtuni lata innlit í ummælið hjá landsdjóralæknanum.