Skjótari hjálp til HPV-gentur

Skjótari hjálp til HPV-gentur
Nú fáa danskar gentur, sum hava álvarsom hjáárin av HPV-vaccinuni, væntandi skjótari hjálp
Gentur í Danmark, sum fáa árvarsom hjáárin av HPV-koppsetingini, fáa nú skjótari hjálp. HPV-miðdeplar eru gjørdir, ið skulu hjálpa gentunum
 
12.10.2015 - 11:56

1. juni vóru sonevndir HPV-miðdeplar settir á stovn, sum skulu hjálpa gentununum, sum hava álvarsom hjáárin, so genturnar fáa hjálp skjótari, skrivar TV2.

Men fyrstu tríggjar mánaðirnar eru 1300 gentir vístar til miðdeplarnar, og tað er meira enn miðdeplarnir hava orku til at taka ímóti, og tí er bíðitíðin vorðin long.

Hjáárini hjá gentunum eru millum annað høvuðpína, møði, svimbul, vaml, magapínu og svímilsi. Nógvar gentur hava eisini at miðsavna seg.

SÍ EISINI Danskar gentur kannast fyri HPV-hjáárin

Nú hevur danski heilsumálaráðharrin biðið um Danske Regioner um eina kanning av, hvussu bíðitíðirnar kunnu styttast, sigur Sophie Løhde, heilsumálaráðharri, við TV2.

Heilsumálaráðharrin væntar, at nýggju leiðreglurnar verða liðnar í byrjanini av komandi ári. Í øðrum ársfjórðingi í ár komu tilsamans 308 fráboðanir til Danska Heilsustýrið um hjáárin av HPV-koppsetingini.

158 av teimum 308 fráboðanunum ið komu fyrsta ársfjórðing, vórðu flokkaðar sum álvarsligar. Tað eru fleiri enn heilsustýrið frammandundan væntaði.

SÍ EISINI Nýggj kanning varpar ljós á HPV hjáárin

Metingin hjá Heilsustýrinum er kortini enn, at fyrimunirnir við at lata seg koppseta móti lívmóðurhálskrabba eru størri enn møguligi vandin er.

Í Føroyum og í Danmark verður fyrsta koppsetingin fyri krabbamein í lívmóðurhálsi givin tá gentan er 12 ár. Í mai mánað í ár vóru tilsamans tvær fráboðanir komnar um hjáárin av HPV-koppsetingini í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946