- Tíðindi, mentan og ítróttur
Merkta grindin er støðuføst við 47 breiddarstig
Merkta grindin er støðuføst við 47 breiddarstig
Hvalirnir vórðu merktir í summar í Fuglafirði, og hava ferðast í ring í avmarkaðum øki, har dýpið er 3 - 4.000 metrar

Kortið er dagført 6. oktober 2015
07.10.2015 - 12:09
Ein sendari slóknaði, tá 17 dagar vóru gingnir, men hinir fýra sendararnir hava virkað eftir ætlan, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á náttúrugripasavninum.
Bert sjey hvalir vóru í grindin í Fuglafirði, og tí varð avgerð tikin um ikki at halda henni til, men ístaðin seta sendarar á nakrar av hvalunum.
Allir fýra hvalirnir fylgjast.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV